140x140

Góðkenning av umhvørvisárinsmeting av vindmylluverkætlanini hjá SEV norðan fyri Eiðisvatn

04-05-2020 | Dálking og vernd

SEV ætlar at seta seks vindmyllur upp í haganum Suðurhelvt, millum Eiðisvatn og Gjáarvegin. Talan er um seks Enercon-vindmyllur (E82) upp á 3,0 MW hvør, samanlagt 18 MW. Vindmyllurnar eru mettar at fara at framleiða umleið 54 GWh av grønari orku um árið. Hæddin á torninum er 78 m, tvørmátið á veingjunum er 82 m, og samlaða hæddin er 119 m. E-82 vindmyllurnar eru framleiddar og góðkendar til strangasta vindklassan (IEC windclass Ia).

Vindmylluverkið verður bundið í nýggja koplingarstøð, ið verður bygd beint norðan fyri Eiðisvatn. Kaðlar verða, so vítt møguligt, lagdir í atkomuvegin. Vegir og fundament verða løgd soleiðis, at tey fella best møguligt inn í verandi lendi. Mett verður, at vegurin, vindmylluplássini og fundamentini fara við umleið 15.500 fermetrum av lendi.

SEV hevur gjørt eina árinsmeting, ið viðger hvørja ávirkan vindmylluverkið kann hava á náttúru og umhvørvi. Hugt verður eftir, hvussu vindmyllurnar síggjast í landslagnum, og mett verður, um vindmyllurnar fara at elva til ampa orsakað av óljóði, skuggakasti og endurskini. Gjørd er frágreiðing um lívfrøðiliga margfeldið í økinum, har mett verður um ávirkan á djóra- og plantulív. Árinsmetingin viðgerð eisini hvørji atlit verða tikin til náttúru og umhvørvi í økinum.

Mett verður ikki, at vindmyllurnar verða til ampa vegna óljóð, skuggakast ella endurskin. Vindmyllurnar verða sjónligar frá størsta partinum av Eiðis bygd, frá vegnum millum Eiði og Gjógv, úr Haldórsvík, frá Tjørnuvíkarvegnum og frá Eiðisvatni. Vindmyllurnar kunnu fáa negativ árin á búfuglin í økinum. Umhvørvisstovan hevur sett ávísar treytir til SEV, ið skulu tryggja at árinið á náttúru og umhvørvi verður minst møguligt, og at fylgt verður við gongdini hjá fugli í økinum.


Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 1. juni 2020.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Katrin Haraldsdóttir Jensen, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

« Aftur