140x140

Margfeldisráðstevna í Keypmannahavn fyri ung

24-02-2020 | Stovnurin

Føroyskur ungdómur er vælkomin við á ráðstevnu um lívmargfeldi, sum verður í Keypmannahavn í mars. Hetta er stevnan, har norðurlendskur ungdómur orðar sín boðskap at bera fram á ST-toppfundinum í Kina í heyst, tá nýggj altjóða avtala skal gerast fyri at bjarga lívmargfeldinum á klótuni.

Verkstovur fyri ung um lívmargfeldi hava verið hildnar í Stokkhólmi, Keypmannahavn, Helsinki, Reykjavík og Tórshavn, og nú verða boðskapir og meiningar frá hesum verkstovum samansjóðaðir á ráðstevnuni í Keypmannahavn. Á verkstovuni, sum Umhvørvisstovan skipaði fyri í januar í Havn, hildu luttakararnir, at tað er týdningarmikið at ung eru við til at bjarga náttúruríkidøminum, og eisini vóru føroysku ungfólkini til reiðar sjálvi at minka um nýtslu og vøkstur fyri at steðga oyðingini av djóra- og plantusløgum. Verkstovuluttakararnir fingu longu tá, í januar,  at vita, at tey eru vælkomin á ráðstevnuna í Keypmannahavn. Men eisini onnur føroysk ung eru vælkomin við. Tilmelding og umsókn um at fáa ferðina goldna kann latast inn her:

https://www.norden.org/sv/event/kom-med-nordic-youth-biodiversity-summit

Umsóknarfreistin er sunnudagin 1. mars, so avgerðin um at fara skal takast hesa vikuna. Ráðstevnan verður hildin 28 og 29 mars í UN City, har 11 ymiskir ST-felagsskapir halda til.

« Aftur