140x140

Frá vinstru: Ari Johanneson, sum hevur verið virkandi stjóri síðani juni 2019, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við umhvørvis- og vinnumálum, og Sigurð í Jákupsstovu, nýggjur stjóri á Umhvørvisstovuni

Nýggi stjórin boðin vælkomin

03-02-2020 | Stovnurin

Í morgun kom Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, á Umhvørvisstovuna at bjóða nýggja stjóranum, Sigurði í Jákupsstovu, vælkomnum. Starvsfólkið á stovninum var samstundis boðið til morgunmatar, so tey í felag kundu hitta nýggja stjóran. Summi teirra hava havt hann sum stjóra fyrr. Sigurð í Jákupsstovu hevur verið stjóri á Jarðfeingi, sum tá hýsti Orku-deildini, sum í dag er partur av Umhvørvisstovuni. Nýggi stjórin er útbúgvin sivilverkfrøðingur, og hevur eisini eina Ph.D. frá Dansk Teknisk Universitet. Hann var rektari á Fróðskaparsetrinum í 8 ár. Landsstýrismaðurin nýtti samstundis høvið at takka Ara Johannesyni fyri dygdargott arbeiði sum virkandi stjóri hesa tíðina síðani síðst í juni í fjør, tá Petur Nielsen fór frá. 

« Aftur