140x140

Ung eiga at vera við til at bjarga lívmargfeldinum

30-01-2020 | Stovnurin

Oyðingin av plantu- og djórasløgum gongur alt ov skjótt. Alt ov lítið er gjørt fyri at støðga hesum - altjóða og her heima. Men vit eiga ikki at lækka ambitiónirnar fyri tí, men heldur gera tað lættari hjá fólki at síggja, hvussu vit øll kunnu leggja okkara í at varðveita lívmargfeldið. Og ung eiga at vera við til at bjarga støðuni. Hetta vóru nakrir av tonkunum, sum komu burtur úr verkstovuni um svinnandi lívmargfeldið, sum Umhvørvisstova hevði boðið ungum at luttaka í fríggjadagin í farnu viku.

 Undirtøkan var góð - yvir 30 ungfólk ymsastaðni úr Føroyum tóku lut í verkstovuni.

Umframt at landstýrismaðurin í umhvørvismálum – Helgi Abrahamsen setti verkstovuna, so var eisini Turið Horn, forkvinna í umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu, við fyri at varpað ljós á umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar Kommunu, sum í ár snýr seg um júst lívmargfeldi. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, bar eisini boðskapin fram um týdningin, sum lívmargfeldi og ein rík náttúra hava fyri okkara samfelag og vinnu. Lívfrøðingurin Magnus Gaard og fleiri starvsfólk hjá Umhvørvisstovuni góvu síðani hvør sítt fakliga íkast til teir fimm partarnar, sum verkstovan var býtt í.

 Dagurin var rundaður av við einum politiskum pallborðsfundi, har ungu luttakararnir fingu høvi at bera fram nakrar av teimum áskoðanum og spurningum, sum vóru komnir fram ígjøgnum dagin.

« Aftur