140x140

Tvey sveimandi elorkuverk í Vestmannasundi

29-01-2020 | Dálking og vernd

SEV ætlar at seta tvey orkuverk niður í Vestmannasundi á 55-60 metra dýpi. Orkuverkini minna um luftdrekar, sum ferðast í eini áttatalsbreyt í rákinum í Vestmannasundi. Drekarnir ella sjódrekarnir kunnu ferðast við 6-10 metur um sekundið. Talan er um eina royndarverkætlan.

Tá sjódrekarnir framleiða ravmagn, sveima teir áhaldandi millum 20 og 40 metra dýpi. Breiddin á áttatalsbreytini er umleið 35 metur og samlaða longdin umleið 60 metur. Á kyrrindum hanga sjódrekarnir minst 8 metur undir vatnskorpuni.

Sjódrekarnir hava ein framleiðslumátt á 100 kW hvør. Fyribils metingar vísa, at teir kunnu fara at framleiða umleið 300-400 MWh um árið hvør, svarandi til elnýtsluna hjá eini 120 til 160 sethúsum.

SEV hevur fingið gjørt metingar um, hvørji árin hesir sjódrekar kunnu hava á sjófugl, fisk og havsúgdjór í Vestmannasundi, og mett er eisini um árin á fiskiskap. SEV metir ikki, at drekarnir fara at hava stórvegis ávirkan á fisk og sjófugl, men at havsúgdjór helst er tann mest viðbrekni bólkurin. 

Umhvørvisárinsmetingin er almenn og sæst hon her (niðast á síðuni)

Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at gera viðmerkingar til umhvørvisárinsmetingina.

Hoyringarfreistin er 22. februar 2020. Viðmerkingar skulu sendast til us@us.fo  ella Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-160 Argir.

Almenna lýsingin er her 

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

« Aftur