140x140

Rættleiðing til uppáhald hjá Bakkafrost

20-12-2019 | Dálking og vernd

Breddin í útvarpinum 18. desember 2019 viðgjørdi m.a. eitt mál um, at Umhvørvisstovan hevur noktað Bakkafrost at seta ætlaðu nøgdina av fiski út á tvey aliøki í Hvannasundi.
Í sendingini hevði Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, fleiri uppáhald um málsviðgerðina hjá Umhvørvisstovuni, eitt nú at vit málsviðgera upp á kvamsvís, og at Umhvørvisstovan er farin í svart.
 
Hetta eru sera álvarsligar ákærur, sum vit staðiliga vísa aftur.

Harumframt førdi Regin Jacobsen fram, at Umhvørvisstovan hevur broytt mannagongd í sambandi við viðgerð av aliætlanum hjá alifeløgum, og hevur víst til eina nýggja vegleiðing, sum Bakkafrost ikki kendi til. Eisini førdi hann fram, at tað er nýtt, at úrslit frá evnafrøðiligum kanningum verða brúkt í fyrisitingini.

Umhvørvisstovan vísir aftur, at mannagongdin í sambandi við viðgerð av aliætlanum er broytt. Sama mannagongd er brúkt í nógv ár, og hava og alifeløgini ongantíð sett spurnartekin við tað. 
Mannagongdin viðv. meting av dálkingarstøðuni er óbroytt og byggir, eins og áður, á einfalda kanning og evnafrøðiligar kanningarnar. Metingin av evnafrøðiligu kanningunum er somuleiðis óbroytt, og er fyrisitingin ikki herd.

Vegleiðingin um umhvørviseftirlit við alivirksemi á sjónum varð dagførd í tøttum samstarvi við øll alifeløgini og Havbúnaðarfelagið, og eru alifeløgini tí fult kunnug við innihaldið.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

« Aftur