140x140

Nýggjar dronumyndir á foroyakort.fo

21-12-2019 | Kort og adressur

Fleiri bygdir og býir eru nú dagførd við nýggjum dronumyndum frá 2019

Nýggjar dronumyndir eru nú tøkar á www.foroyakort.fo.

Triðingurin av øllum býum og bygdum verða avmyndað hvørt ár, og hesaferð eru tað bygdirnar á Sandoynni, Suðuroy og ávísar bygdir í Norðoyggjum, sum eru dagførdar. Harumframt eru eisini nýggj myndakort av Vestmanna, Kvívík og Leynum.

Myndir frá 2019 eru eisini av Tórshavn, Argjum, Hoyvík, Hvítanesi og Sundi. Hesar hevur kommunan sjálv tikið.


Tvøroyri 2019


Tvøroyri 2009

Hesar bygdir eru avmyndaðar í 2019 og kunnu nú síggjast á www.foroyakort.fo:


Dronumyndir 2019. Umframt vístu myndir, legst Vágur aftrat í jan. 2020.

 
Um tú vilt hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, telefon 342400 ella us@us.fo

 

« Aftur