140x140

Føroyar yvirtaka sjókortøkið

18-12-2019 | Kort og adressur

Nýggjársdag 2020 yvirtekur Landsstýrið ábyrgdina av at máta upp og kortleggja sjóøkið kring Føroyar. Umhvørvisstovan og danska Geodatastyrelsen hava gjørt eina samstarvsavtalu, ið tryggjar eina stigvísa yvirtøku, til vit sjálvi kunnu seta á stovn egna sjókortumsiting.

1. januar 2020 hava føroyingar sjálvir ábyrgd av at máta upp og kortleggja hav- og siglingarleiðirnar kring Føroyar. Formliga ábyrgdin av málsøkinum verður sostatt yvirtikin - ein ábyrgd, sum higartil hevur ligið hjá danska Geodatastyrelsen. Umhvørvisstovan væntar at tað tekur nøkur ár at fyrireika eina fullrikna sjókortumsiting, og hevur í hesum viðfangi gjørt eina samstarvsavtalu við Geodatastyrelsen, so siglingartrygdin er í góðum hondum, meðan vit sjálvi byggja neyðugu førleikarnar upp at fyrisita økið.

Ari Johanneson, virkandi stjóri á Umhvørvisstovuni, greiðir frá, at “við yvirtøkuni av málsøkinum skal Umhvørvisstovan undir at skipa eina sjókortumsiting við teimum førleikum, skipanum og samstørvum, sum hartil hoyra og sum vónandi er fullrikin innan fá ár. Samstarvsavtalan við Geodatastyrelsen tryggjar, at virðis- og framleiðsluketan ikki slitnar, meðan vit fyrireika okkum. Umhvørvisstovan fegnast tí um góða og tætta samstarvið við Geodatastyrelsen um uppbygging av einari sjókortumsiting í Føroyum.”

Frágreiðing lýsir arbeiðið
Fyrr í ár gjørdu Geodatastyrelsen og Umhvørvisstovan eina felags frágreiðing (leinki), sum lýsir myndugleikauppgávur og –ábyrgd av sjóuppmáting og sjókortlegging umframt tøkniligu tilgongdina at framleiða sjókort. Samstarvsavtalan byggir á og kemur í kjalarvørrinum av hesi frágreiðing.  
- Geodatastyrelsen hevur altíð raðfest siglingartrygd kring Føroyar. Tí fegnast vit um, at Umhvørvisstovan við samstarvsavtaluni kann byggja upp neyðuga vitan og førleikar, so Føroyar einaferð sjálvar verða førar at umsita hesa týðandi uppgávu, sigur Pia Dahl Højgaard, stjóri á Geodatastyrelsen.  

Søguspor

  • Í 1948 fingu Føroyar heimastýri og møguleika at yvirtaka ávís málsøki.
  • Í 2005 bleiv heimildin at yvirtaka víðkað til eisini at fevna um málsøkið kort og geodata.
  • Í desember 2018 samtykti Løgtingið at yvirtaka ábyrgdina fyri at máta upp og kortleggja sjóøkið kring Føroyar við gildi frá 1. januar 2020.
  • Geodatastyrelsen fer framhaldandi at røkja ávísar uppgávur í Føroyum, sum hava tilknýti til uttanríkis-, trygdar- og verjumál. Sum dømi kunnu nevnast marknasetanarmál við grannalond, kortleggingar fyri donsku verjuna og samráðingar í altjóða fora.

Hentar leinkjur

Samskifti
Stein Fossá
deildarleiðari fyri land- og sjókort, Umhvørvisstovan
Tlf.: +298 342450
E-mail: steinf@us.fo

Jonas Fanøe Hensel
Jurist i Søkort Danmark og Forvaltning, Geodatastyrelsen
Tlf.: +45 7254 5010
E-mail: jofan@gst.dk

Um tú vilt hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, telefon 342400 ella us@us.fo

 

« Aftur